Mynd: Fifa.com

Kanna deyða italska fótbóltsleikara sum morð



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

05.03.2018 - 19:36

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Liðskiparin í Fiorentina, Davide Astori, varð sunnumorgun funnin lívleysur á síni hotellrúmi, bert tímar áðrenn liðið skuldi spæla dyst. Allir dystirnir í bestu deildini í Italia tann dagin vórðu avlýstir.

Fyrst varð sagt, at 31 ára gamli Astori lat lív eftir at hann bleiv álvarsliga sjúkur uppá stutta tíð, men nú arbeiðir løgreglan eftir illgrunanum um, at okkurt annað liggur aftanfyri deyðanum.

Ákærin í Udinese, Antonio de Nicolo, váttar, at tey eru farin at kanna, um Davide Astori varð myrdur, skrivar TV2.

- Vit hava ikki illgruna til nakran persón. Men vit kanna um talan hevur verið um harðskap við deyða sum úrslit. Enn bíða vit eftir líkskoðanini, sigur ákærin í Udinese.

Fleiri kend fólk innan fótbóltsheimin hava vísti teirra sorg yvir syrgiligu hendingina. Millum hesi eru Antonio Conte, Francesco Totti, Fabio Cannavaro og Gianluigi Buffon.