Kanna um norðurkoreanskir fiskimenn eru njósnarar

Ari av Rana

24.11.2017 - 23:16

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Átta norðurkoreanskir fiskimenn ruku í gjár á land í norðara parti av Japan. Nú kanna japanskir myndugleikar um talan er um norðurkoreanskar njósnarar.

Mennirnir blivu funnir av løregluni í býnum Yurihonjo, og vóru tiknir á løgreglustøðina.

Løgreglan sigur, at menninir hava forklára at teir fingur trupulleikar við skipinum, tá teir fiskaðu. Teir ruku síðani á land.

Støðan í fjareystri er sera spent í løtuni, og spurdur um talan møguliga var um norðurkoreanskar njósnarar, svaraði talsmaður fyri japansku stjórnina, at kannað verður um tað er so, skrivar TV2.

Fyri áleið eini viku síðani bjargaði japanska sjóverjan trimum norðurkoreansku fiskimonnum. Bátur teirra var koppaður. Hesir tríggir menninir vórðu sendir heim við einum norðurkoreanskum skipi.

Enn er ikki vist hvat skal henda hesum átta monnunum.