Kanning vísir, at børn skulu eta saman við foreldrunum fyri at betra um sosialar førleikar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Høgni Midjord

16.12.2017 - 19:29

Tíðindi >

At tað er keðiligt at eta einsamallur, er nakað tey flestu kunnu vera samd um.

Men kunnu fastar familjumáltíðir beinleiðis virka til at børn betri um mentala heilsu?

Tað eru fleiri ábendingar um júst tað, sambært kanning, ið Universtiéde Montreál nú almannakunngerð.

Granskingarliðið handan kanningina hava nýtt ta sokallaðu “kohortestudie”, ið merkir, at tey í longri tíð hava samla inn upplýsingar frá børnum, ið eru fødd millum 1997 og 1998.

Upplýsingarnar fevna millum annað um etivanarnir hjá børnum, lívsstíl, atferð, sinnalag, kognitiv evnir og bakgrundina hjá foreldrum og persónsmynstur.

Kanningin vísti, at:

Seks ára gomul børn, ið hava familjumáltíðir av høgari góðsku hvønn í gerandisdegnum, hava vanliga eitt sunnari heilustøði, og eina lægri nýtslu av sukurdrykkjum, tá ið tey gerast um 10 ára gomul.

Somu børn høvdu betri sosialar førleikar, og vóru minni ágangandi í atburðinum. Vísindafólkini greiða frá, at nógv bendir á, at tað eru samrøðurnar, ið børnini hava við tey vaksnu, meðan tey eta, ið er við til at betra um teirra sosialu evnir.