Mynd: Bjartur Vest

Kanningarfólkið byrjað at kanna eldsbrunan

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

15.06.2017 - 10:45

Tíðindi >

Trý fólk frá kriminalteksnisku deilidini hjá løgregluni í Danmark og eitt fólk frá Dansk brand- og sikringsteknisk institut fóru í gjár til Suðuroyar, skrivar Kringvarpið. Kanningarnar á virkinum eru byrjaðar.

Vandi er framvegis fyri, at partar av bygningum detta niður, og tí skal bygningurin tryggjast. Hetta skal gerast, áðrenn kanningarliðið veruliga kann kanna bygningin.

Hildur Hentze, sum er dagligur leiðari á kriminaldeildini, sigur við Kringvarpið, at arbeitt verður við tryggingum saman við tryggingarfelagnum hjá Varðanum Pelagic.

Løgreglan samstarvar við Arbeiðs- og brunaeftirlitið um kanningarnar. Kanningarliðið skal kanna, hvar eldurin kyknaði, orsøkina til at hann kyknaði og um okkurt revsivert er farið fram. Arbeiðs- og brunaeftirlitið umsitir brunagóðkenningar og trygd, og tey kunnu melda eitt mál til løgregluna, um mett verður, at okkurt revsivert er farið fram viðvíkjandi brunatrygd.