Kanska tann seinasti bóghvítuhvalurin føddur í fangilsi


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

21.04.2017 - 16:56

Tíðindi > Heilsa & Umhvørvi > Náttúra

Ein stórhending hendi í SeaWorld undirhaldsgarðinum í San Antonio í Texas í gjár.

Ein bóghvítuhvølpur sá dagsins ljós, og hetta er helst tann seinasti av hesum hvalaslagnum yvirhøvur, sum verður føddur í fangilsi, skriva altjóða miðlar. Mamman er 25 ára gamla Takara, og hetta var henna fimta føðing.

Undirhaldsgarðurin í San Antonio er tann størsti av trimum slíkum støðum, sum Sea World eigur. SeaWorld er kent fyri sínar stórbæru framsýningum við bóghvítuhvalum, springarum og sjóleyvum.

Men Sea World sleppur ikki longur at fanga villini bóghvítuhvalir, og fyritøkan boðaði í fjør frá, at tey gevast við at ala hetta hvalaslagið, sum á føroyskum eisini verður nevnt æðuhvalur ella mastrarhvalur.

Avgerðin er tikin eftir at vitjunartalið er minka munandi, og eisini fall partabrævakursurin munandi eftir at ein dokumentarfilmur, ’Blackfish’, í 2013 vísti umstøðurnar hjá hesum stórbæru djórum í fangilsi.

Viðgongutíðin hjá bóghvítuhvalum er hálvtannað ár. Enn er óvist um nýføðingurin er ein kall- ella kvennhvalur. Eisini er óvist um hvølpurin kemur at liva alt lív sítt í fangilsi, skrivar Danmarks Radio.