Mynd: Dagens.dk

Kanst tú drekka ov nógv vatn?



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

15.04.2018 - 15:00

Tíðindi > Heilsa & Umhvørvi > Heilsa & Vælvera

Tú skalt drekka umleið ein triðing av tínari vekt í desilitrum um dagin. Tað vil siga, at um tú vigar 60 kilo, skalt tú drekka tveir litrar um dagin. Hetta sigur ein kliniskur professari á fróðskaparsetrinum í Aarhuus við Samvirke.dk. 

Hann sigur, at tað ber til at drekka ov nógv vatn. Hann sigur, at um tú drekkur fýra litrar av vatni um dagin, løstar tú nýruni og kanst enda við at fáa vatneitran. Blóðið hevur brúk fyri vatni og salti, men um tú drekkur ov nógv vatn, kanst tú blíva svimbul, fáa krampar, trupulleikar við at fóta tær og í ringasta føri kanst tú doyggja.

Sambært proferssaranum snýr tað seg um at drekka, tá tú ert tystur. Um tú ert tystur, drekk so eitt glas av vatni, og um tú drekkur nógv, men ikki ov nógv, til dømis 3 litrar, hevur tað kanska við sær, at tú skalt oftari á vesi, men tað er ikki vandamikið.

Summi fólk venja seg við at drekka ov nógv vatn, men tað er ikki gott, sigur professarin.

Tað eru støður, har tú kanst missa nógva vætu, og tá tørvar tær meir vatn. Eitt nú, um tú íðkar, flytir teg nógv ella sveittar, tá tú ferðast í heitum støðum. Jú meir tú íðkar, tess minni vætu venur kroppurin seg við at hava brúk fyri.

Tað eru matvørur, sum hava nógva vætu í sær, til dømis suppa, agurkur, tomatir og jarðber.