Mynd: Regin Torkilsson hevur tikið myndina, og Hans Andrias Kelduberg, reiðari, hevur givið okkum loyvið at brúka hana.

Kappin umbygdur til skeljafiskiskap - bíðar bara eftir loyvi frá Fiskimálaráðnum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

07.02.2018 - 20:49

> Tíðindi > Føroyar

Skeljatrolarin Kappin liggur framvegis á Oyri, og hevur enn ikki fingið loyvi útskrivað fyri at sleppa til Svalbard at fiska fyri 2018.

- Vit bíða hvat hendir, men eru nú blivnir eitt sindur ótolnir sigur reiðarin, Hans Andrias Kelduberg.

- Nakrir av teimum 18 monnunum, sum vóru við Kappanum síðsta túr eru við Ran. Aðrir ganga heima enn og bíða. Hetta er ein keðilig støða fyri reiðarí og manningina. Hetta er eisini ein keðilig støða fyri Fiskimálaráðið, av tí at teir hava fingið noktilsi frá norsku mynduleikunum at útskriva loyvi til Kappan uppi við Svalbard, heldur reiðarin.

- Tað, sum vit væntaðu bleiv eitt gott arbeiðspláss fyri kanska 36 sjómenn um tað vóru tvær manningar, bleiv ein kleppur fyri reiðaríið. Vit hava brúkt nógvar milliónir at umbyggja skipið til skeljaveiðu.

Kappin var rækjutrolari, men er heldur lítil til at trola við tveimum trolum, og tí varð avgjørt at umbyggja hann til skeljatrolara. Føroyingar og norðmenn dreggjaðu eftir skeljum við Svalbard seinast í 80 árunum, men stovnurin helt ikki til ta stórdrift, sum var tá, og øll skipini góðust. Nú hevur eingin veiða verið í 30 ár, og tí varð hildið at tað var vert at gera eina roynd aftur.

P/F O.C Joensen, sum hevur drúgvar royndir við Føroyar at fiska skeljar, hevur havt skeljaloyvi við Svalbard síðan 2012. Tað hava verið gjørdar royndir øll hesi árini, og í fjør bleiv gjørd ein stór íløga í skipið, so tað var egnað til júst hesa veiðu, so tí kemur hettar illa við, sigur reiðarin.

Kappin gjørdi tveir túrar í fjør, og bleiv tikin av norsku sjóverjuni seinna túrin. 

- Vit fingu eina bót, hetta tí ov nógvur trælsrassur var partur av veiðuni, men hetta søgdu norsku sjóverjumynduleikanir einki um tann fyrra túrin skipið gjørdi.

Fiskivunnugransking var ein partur av verkætlanini hjá O.C. Joensen, sum eigur Kappan.