Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Kapping frá SAS hevur við sær hall hjá Atlantsflog

Sverri Egholm

08.11.2017 - 18:39

Tíðindi > Flogferðsla

Atlantic Airways fer at geva hall í ár. Tað upplýsti Jóhanna á Bergi, stjóri, fyri Kringvarpinum í dag.

Síðani SAS byrjaði at flúgva upp á Føroyar í vár, hevur føroyska felagið gjørt vart við, at hetta kundi ávirka roknskapin hjá almenna felagnum. Hvussu stórt hallið verður, vil Jóhanna á Bergi tó ikki siga.

Tveir triðingar av inntøkunum hjá Atlantsflog koma frá rutuni millum Vágar og Keypmannahavn, og tað er júst her, at SAS er farið at flúgva.

Atlantsflog hevði í fjør sítt besta ár nakrantíð, tá roknskapurin vísti eitt yvirskot á 28 milliónir krónur eftir skatt. Síðani felagið var stovnað fyri 30 árum síðani hevur tað bara havt hall eitt árið, visti útvarpstíðindini í kvøld.