Kappróður á Sundalagsstevnu: Ein manning givið avboð

Sverri Egholm

11.06.2016 - 15:46

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Bíðistøða er í Hvalvík, har kappróðurin av sonnum má siga at vera seinkaður. Barnaróðurin er avlýstur fyri í dag og enn verður bíðað eftir at FM róðurin hjá teimum vaksnu fer í gongd.

Hann skuldi upprunaliga fara í gongd klokkan 15.

Ein bátur hevur givið avboð. Talan er um kvinnumanningina umborð á 6 mannafarinum Jarnbardi hjá róðrarfelagnum Knørri. Tað visti útvarpið at siga fyri løtu síðani.

Orsøkin er óviss, men tað kann væl hugsast, at tað er orsaka av at róðurin er so nógv seinkaður. Óvist er, nær byrjað verður men fyribils verður tað klokkan 17.

Les eisini: Sundalagsstevna: - Um tað ikki riggar innan heilt stutta tíð verður alt útsett