Kvf.fo

Kappróðurin á Sundalagsstevnu avlýstur fyribils

Sverri Egholm

17.06.2017 - 13:59

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Fyri lítlari løtu síðani gjørdist greitt, at kappróðurin á Sundalagsstevnu í Hósvík fyribils er avlýstur.

Veðrið er rættiliga illfýsið í Sundalagnum og hvirlur koma omanav. Fyrr í dag var barnaróðurin avlýstur.

Bátamanningarnar hava fingið boð um at rógva inn og nú fara dómararnir at tosa saman. Og um eina løtu verður væntandi greitt hvør støðan er.