Mynd úr Hósvík í dag, tá manningarnar høvdu fingið boð um, at kappróðurin var avlýstur (Mynd: Jens Kr. Vang)

Kappróðurin á Sundalagsstevnu verður avgreiddur týsdagin

Sverri Egholm

17.06.2017 - 15:17

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Nú er avgerð tikin um at kappróðurin, sum skuldi vera á Sundalagsstevnu í dag, er fluttur til týskvøldið klokkan 18.

Tað segði Marin Bláberg, skrivari í Róðrarsambandinum við Kringvarpið fyri løtu síðani.

- Veðrið er ikki tilvildar, og vit mugu fyrst og fremst hugsa um trygd, sigur Marin Bláberg.

Veðrið verður heldur ikki til vildar í morgin, og tí er tað útsett til týskvøldið.

Fleiri av róðrar manningunum eru farin úr Hósvík við bátunum, men aðrar eru eftir og summir bátar standa eisini eftir.