Mynd: Jens Kr. Vang

Kappróðurin endaligt avlýstur - óvist nær róð verður

Sverri Egholm

17.06.2017 - 14:21

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Orsaka av keðiliga veðrinum í Sundalagnum, er kappróðurin í dag avlýstir.

- Tað er ikki rógvandi í veðrinum sum er her í dag, tí tað eru so nógvar hvirlur, segði umboð frá Róðrarsambandinum við Kringvarpið fyri løtu síðani.

Klokkan 10 í morgin møtast fyrireikararnir aftur, og klokkan 10:30 koma boð út alment á heimasíðuni hjá Róðrarsambandinum.

Bátarnir verða standandi, og tey, sum ikki hava møguleika at sleppa heim, fáa innivist í Hósvík.