Kappsigling verður á sundalagsstevnu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

28.05.2018 - 06:37

Mentan > Mentan > Stevnur & festivalar

Bátafelagið í Kollafirði skipar fyri kappsigling á sundalagsstevnu, sum verður í Kollafirði í ár. Siglt verður umleið klokkan 9.00 leygardagin 9. juni.

Ætlanin er, at tey, sum fara at sigla, koma í bátahylin við bátunum fríggjadagin 8.juni millum klokkan 18.00 og 21.00 at melda til, fáa eitt prát, og fyrireika okkum til siglingina dagin eftir. Hetta er kortini ikki eitt krav. Húsið hjá Bátafelagnum stendur opið.

Annars ber til at melda til við at ringja 292423 ella 229555.

Kostnaðurin fyri at vera við er 100kr fyri hvønn bát. Peningurin fer til Bátafelagið. Kontonummar er 9181 1298498 ella 64601605471.

Nú er nakað síðani siglt hevur verið, og vit gleða okkum at síggja hesa vøkru sjón. Reglurnar eru tær somu sum vit kenna frá siglingunum, sum L.C. Eysturoy skipaði fyri, tó við tí broyting, at siglingin er bara fyri føroyskar træbátar.

Seglið skal ikki vera størri enn 6,5m2 og allir luttakarar skulu vera í bjargingarvesti.

Aftaná siglingina verða kaffi og pannukøkur at fáa, og nr 1, 2 og 3 fáa steyp.

Vit vóna at fáa vind í seglini aftur.

Kollafjarða bátafelag