(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Kári P. Højgaard spyr: Hvør hevur rætt - Háfoss ella Philbrow

Sverri Egholm

18.01.2018 - 08:01

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Tað vil Kári P. Højgaard fegin hava at vita. Í einum grein 52 spurningi til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum spyr tingmaðurin hvat 3 ára semjan við Pedagogfelagið kostar við øllum broytingunum, sum eru gjørdar.

Eisini vil hann vita um Kristina Háfoss hevur upplýst allar ágóðarnar í sáttmálanum, og um kostnaðurin er við øllum ásetingum innanfyri prosentini, sum landsstýriskvinnan alment hevur boðað frá.

Til síðst spyr hann um hvat samlaði langtíðarkostnaðurin av broytingini í prosentum og í krónum fyri land og kommunur er, tá komið er á endaløn.

Sjálvstýristingmaðurin heldur tað vera margháttligt, tveir partar, sum í vikuvís hava verið í samráðingum, verkfalli og verkbanni, kunnu koma til eina felags semju, men tó verða so ósamdir um úrslitið.

- Formaðurin í Pedagogfelagnum, Jógvan Philbrow, hevur alment fráboðað, at tey meta at 3 ára sáttmálin er munandi betri fyri Pedagogfelagið, enn landstýrismaðurin hevur upplýst fyri almenninginum.