Kári P. Højgaard umhugsar at lata Rættarnevndini sáttmalan


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Kaj Joensen

12.08.2013 - 22:59

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Rættarnevndin hevur í dag viðgjørt tunnilsuppskotini um byggja undirsjóvartunnil millum Eysturoynna og Streymoynna, og Sandoynna og Streymoynna.

Nevndin hevur biðið um at sleppa fáa fult innlit í sáttmálan, sum Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í Innlendismálum hevur gjørt við Copenhagen Infrastructure Partners, sum skal byggja Eysturoyartunnilin.

Portal.fo skilur, at tað er sannlíkt, at Kári P. Højgaard fer at lata limirnar í Rættarnevndini síggja sáttmálan.

- Eg fari at svara teimum í morgin, um umbønin verður gingin á møti, sigur Kári P. Højgaard.

Donsku ráðgevarnir sum hava Innlendismálaráðið hevur brúkt sum uttanhýsis serfrøði, fyri at fáa sáttmálan uppá pláss, fara eisini at luttaka á fundinum.