Karina vann silvur til Føroyar

Ingi Samuelsen

25.06.2017 - 11:49

Ítróttur > Ítróttur > Triathlon

Føroya besti triatletur, Karina Ottosen, vann fyrsta heiðursmerkið til Føroyar á hesum Oyggjaleikunum

Fyri løtu síðani kom Karina Ottosen á mál sum nummar tvey í triathlon-kappingini. Tað eydnaðist henni ongantíð at vinna skjótastu kvinnuna aftur, Joan Gorrod av Jersey, ið vann suverent gull.

Men Karina var ovurfegin um silvurmerkið til Føroyar.

- Eg havi ikki havt so góðar møguleikar at venja. Eg eri næstan fegnari fyri silvurið í ár, enn gullið fyri tveimum árum síðani, segði Karina, júst sum hon var komin á mál