(Mynd: Jens Kristian Vang)

Karl og Eli skulu roynast á miðjuni

Ingi Samuelsen

30.05.2017 - 09:24

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

- Fróði er birgur enn og í dystavenjing. Men hann gongur í skúla í Danmark og venur ikki tað stóra, og tað er ikki optimalt. Aldurin er eisini ímóti honum, og tí mugu vit royna at spæla avloysararnar inn.

Soleiðis segði Lars Olsen, landsliðsvenjari, tá hann í dag tók út landsliðshópin, sum skal spæla móti Sveits í HM-undankappingardystinum móti Sveits á Tórsvølli 9. apríl.

Og leikararnir, sum skulu spælast inn, er Karl Løkin hjá NSÍ og Eli Falkvard Nielsen hjá B36.

- Hetta eru leikarar, sum levera hvønn einasta dyst, og vit fara nú at kanna hvussu teir rigga, sum avloysarar fyri Fróða á miðvøllinum.

Landsliðsúttøkurnar fyri tíðina eru merktar av, at leikarar, sum høvdu spælt seg fast á liðið, Sonni Ragnar Nattestad og Brandur Olsen, eru langtíðarskaddir, og so fekk stjørnuleikarin Jóan Símun Edmundsson eitt reytt kort í Andorra og er leikbannaður móti Sveits.

Stjørnan á liðnum móti Sveits má vera Gilli Rólantsson Sørensen úr Brann. Lars Olsen royndi at leggja trýst á leikaran, sum enn ikki hevur skorað á landsliðnum.

- Gilli hevur spælt væl í Noregi og er farin at skora. Vónandi fer tað at eydnast okkum at seta hann upp, so at hann eisini kann blóma á landsliðnum, segði Lars Olsen í dag.

Hópurin sær soleiðis út:

Málverjar: Gunnar Nielsen – FH, Teitur M. Gestsson – HB, Símun Rógvi Hansen, NSÍ

Verjuleikarar: Jónas þór Næs – ÍBV, Viljormur Davidsen – Vejle BK, Atli Gregersen – Víkingur, Jóhan Troest Davidsen – B36, Hørður Askham – KÍ, Odmar Færø – B36, Ári Mohr Jónsson – HB.

Miðja: Kaj Leo í Bartalsstovu – ÍBV, Hallur Hansson – AC Horsens, Gilli R. Sørensen – Brann, Rene Shaki Joensen – Vendsyssel FF, Fróði Benjaminsen – Víkingur, Sølvi Vatnhamar – Víkingur, Pól Jóhannus Justinussen – NSÍ, Eli Falkvard Nielsen – B36, Karl Løkin – NSÍ.

Framherjar: Finnur Justinussen – Fremad Amager, Klæmint A. Olsen – NSÍ, Páll Klettskarð – KÍ, Patrik Johannessen – B36.