Mynd: EPA

Karlov morðið: - Vit fara at herða stríðið ímóti yvirgangi

Jens Hákun Leo

20.12.2016 - 12:43

Tíðindi > Uttanlands - Kríggj

Russiski forsetin, Vladimir Putin, sigur í dag, sambært fleiri altjóða miðlum, harímillum The Independent, at endamálið við drápinum av russiska sendiharranum í Ankara, Andrej Karlov, er at oyðileggja viðurskiftini ímillum Russland og Turkaland.

Andrej Karlov varð í gjár skotin og dripin til eina framsýning á einum listasavni í Ankara av 22-ára gamla Mevlut Mert Aydintas, sum sjálvur varð skotin til deyðis stutt eftir.

Vladimir Putin segði eisini hesum viðvíkjandi, at eitt annað endamál við drápinum av Andrej Karlov er at oyðileggja royndirnar hjá Russlandi, Turkalandi og Iran at finna eina loysn uppá kreppuna í Sýria.

- Eitt brotsverk er framt, og tað var uttan iva ein provokatión við tí endamáli at oyðileggja viðurskiftini ímillum Russland og Turkaland og at oyðileggja friðartilgongdina í Sýria, sum er sett í verk av Russlandi, Sýria og Iran...Tað kann bara vera eitt aftursvar uppá hetta, og tað er at herða stríðið ímóti yvirgangi, segði Vladimir Putin hesum viðvíkjandi úr Kreml í Moskva.

Vladimir Putin segð eisini, at hann vildi hava at vita, hvør hevði givið drápsmanninum boðini at gera, sum hann gjørdi, og at hann hevði lovað turkiska forsetanum, Recep Tayyip Erdogan, at senda russisk loyniløgreglufólk til Ankara, høvuðsstaðin í Turkalandi, at hjálpa turkum við kanningararbeiðnum.