Karmakanón, tónleikur, armbandaáseting í SMS



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Elin Brimheim Heinesen

15.07.2013 - 18:16

Mentan > Mentan > Stevnur & festivalar

 Nú nærkast G! Festivalurin við sjeymílaferð, og tað sæst aftur ymsastaðni. Eitt nú á Torginum í SMS, har fólk frá í dag kunnu hoyra tónleik og býta sítt atgongumerki um við festivalarmbond. Tey, sum ikki hava ognað sær eitt atgongumerki, hava eisini møguleika fyri tí.


Allar dagarnar fram til mikudagin verður tónleikur á Torginum í SMS. Í dag mánadag kl 15 koma danska Karmakanónin framvið við síni ljóðannleggs-súkklu og fara at at spæla tónleik fyri áhoyrarunum. Á myndini omanfyri sæst ein av sólpaneldrivnu súkklunum hjá Karmakanónini. Tvær karmakanónsúkklur vera við á G! Festivalinum.

Á midnátt í kvøld hækkar prísurin á G! atgongumerkjum fyri seinastu ferð. Mikudagin byrjar tjaldingin. Og hósdagin fer sjálvur festivalurin í gongd.

Sí heimasíðuna hjá G! festivalinum her.