Stórur fagnaður á Karstini Hansen og hinum føroyingunum eftir seinasta bríksl á Tórsvølli í kvøld. (Mynd: Sverri Egholm)

Karstin Hansen: Allir vilja berjast fyri Merkið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

10.10.2017 - 21:15

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Føroyska U21-landsliðið vann í kvøld ein flottan 3-1 sigur á heimavølli ímóti Georgia. Øll fýra málini komu innanfyri 18 minuttir í fyrra hálvleiki. Meinhard Olsen og Jákup Thomsen skoraðu fyri Føroyar áðrenn Georgia minkaði, tá Føroyar gjørdu sjálvmál. Men stutt eftir hetta økti Teit Jacobsen til 3-1. Føroyar helt fast í 2. hálvleiki, og harvið komu trý kærkomin stig í hús.


Aftur í kvøld var tað Karstin Hansen úr NSÍ, sum vardi føroyska málið. Karstin hevur verið eykamálverji hjá NSÍ seinastu árini, og var eisini eykamálverji fyrstu dystirnir í hesari undankappingin. Men tá Elias Rasmussen ikki var tøkur í Finnlandi byrjaði Karstin inni, og hann stóð sera væl. Aftur í kvøld var Karstin Hansen við til at vinna Føroyum stig, og 20-ára gamli málverjin fegnast um at leikætlanin hjá Frøoyum eydnaðist so væl:

- Vit lótu teir hava bóltin meira og stóðu fyri tað mesta og bíðaðu eftir teimum. Teir skaptu ikki tað stóra í fyrra hálvleiki. Teir royndi at spæla upp ígjøgnum miðjuna, og so vóru vit til reiðar at fanga bóltin og revsa teir, og tað eydnaðist væl. Í 2.hálvleiki lógu vit fyri tað mesta afturi og bíðaðu. Teir komu til nakrar góðar støður men ikki teir heilt stóru kjansirnar. Samanumtikið so vardu vit sera væl allan seinna hálvleik.

Karstin er eisini ovurfegin um, at verða við til at vinna við einum føroyskum landsliðið. Hann lýsir kensluna soleiðis:

- Fyri tað fyrsta er tað fantastiskt at spæla fyri eitt føroyskt landslið, og tá man so vinnur so er tað bara heilt fantastiskt. Vit spæla jú sum oftast ímóti londum sum eiga og skulu vinna á okkum, men vit vísa ferð eftir ferð at tað ber til at vera við. Vit fyrireika okkum altíð væl uppá mótstøðuliðið, og vit hava menn sum vilja berjast fyri tað føroyska Merkið. Vit vita eisini,at allir á liðnum eru dugnaligir fótbóltsleikarar.  Tað er tað, sum er lykilin fyri hesi góðu úrslitini.

Komandi dystur hjá føroyska U21-landsliðnum er 10.november á heimavølli ímóti Póllandi. Sambært Karstini Hansen so snýr tað seg nú um at taka tey góðu tingini við til tann dystin:

- Hesin sigurin merkir alt fyri okkum, tí so vísa vit øllum at vit kunnu vera við! Nú hava vit aftur ein dyst um ein mánað ímóti Póllandi. Tað snýr seg um at analysera Pólland,  og so verja væl fyri tí, sum teir eru góðir til, og so tá vit vinna bóltin, so skulu vit vera vandamiklir uppá umstillignar. Annars haldi eg ikki at vit skulu broyta uppá so nógv.