Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Danmark: Kastaðu stein á bil á motorvegnum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

14.12.2017 - 11:43

Tíðindi > Danmark

Løgreglan í Aalborg leitar í løtuni eftir trimum ungum fólkum, sum kastaðu ein stein av eini brúgv á ein bil. Steinurin var kastaður av eini brúgv í eystara parti av Aalborg.

Tað var ein kvinna, sum koyrdi bili, tá steinurin varð kastaður av brúnni.

Løgreglan tekur tílíkar hendingar sera álvarsamt. Hetta sæst millum annað við at løgreglan hevur hundar við í leitanini, skrivar TV2.

- Hetta er nakað við taka sera álvarsamt. Tað er ikki ein stórur steinur, sum er kastaður, men líkamikið hvat tað er sum verður kasta, taka vit tað álvarsamt.

Kvinnan sá tríggjar ungar persónar kasta steinin. Hóast einki hendi kvinnuni, so merkti hon tað týðiliga, tá steinurin rakti bilin.


- Rættað 11:59