Kastið tubbakið á bálið komandi hósdag



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

28.05.2018 - 06:10

Mentan > Heilsa & Umhvørvi > Heilsa & Vælvera

Í brævi í dag til kommunurnar kring landið, heita vit á tær um at hjálpa fólki komandi hósdag, sum er altjóða roykfríur dagur, at gera enda á tubbakinum og lata tað fara upp í royk á ein øðrvísi hátt enn vanligt.

Vit hava brent 1,2 tons av hoyggi í farnu viku, hetta fyri at vísa á, hvussu nógv verður roykt í Føroyum uppá eina viku. 

Vit heita á kommunurnar um at gera bál, so fólk fær henda møguleikan, nevniliga at kasta tubbakið á bálið.

Niðurteljingin er byrjað: “Tað eru tríggir dagar, til tú ert roykfríur”

Fakta:
 
Í Føroyum verður roykt árliga umleið 55 tons av tubbaki
Í Føroyum verður roykt árliga fyri umleið 120 milliónir krónur

Fólkaheilsuráðið