Rajoy, spanskur forsætisráðharri (Mynd: EPA)

Katalonia fær freist til mánadagin

Ingi Samuelsen

12.10.2017 - 06:57

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Katalanski sjálvstýrisforsetin, Carles Puigdemont, fær freist til mánadagin at siga frá, um hann í veruleikanum hevur lýst Katalonia fullveldi ella ikki.

Tað eru boðini frá sponsku stjórnini, sambært sponsku tíðindastovuni EFE.

Týsdagin segði sjálvstýrisforsetin í eini røðu til landspartatingið, at katalonar skulu hava sín egna stat, men at tað skal henda í samráðingum við stjórnina í Madrid.

Fáar tímar eftir hetta, skrivaði hann undir eina yvirlýsing um loysing, fyri síðan at seta hana úr gildi aftur. Og tað undrar spanska forsætisráðharran, Mariano Rajoy.

Spanska stjórnin sýtir fyri at samráðast við katalansku sjálvstýrisstjórnina.

- Tað er ikki gjørligt at samráðast um nakað, sum sambært grundlógini er bannað, hevur forsætisráðharrin sagt.

Heldur Puigdemont fast um loysingaryvirlýsingina, fer stjórnin í Madrid at taka grein 155 í grundlígini í brúk, skrivar blaðið El Pais. Henda grein loyvir stjórnini at taka ræðið frá sjálvstýrandi økinum.

Carles Campuzano, ið er talsmaður fyri katalanska sjálvstýrisforsetan, hevur síðan heitt á spanska forsætisráðharran um at fara undir samrøður við sjálvstýrisstjórnina.

- Kanska er tað okkara síðsti møguleiki at finna fram til eina góða loysn fyri okkum øll, sigur hann sambært AP-tíðindastovuni.