(Mynd: EPA)

Katalonia: Súmbolsk undirskriving av loysingini



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

11.10.2017 - 11:55

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Talan var um eina súmbolska gerð, tá leiðarin í Katalonia í gjárkvøldið skrivaði undir eina sjálvstýrisyvirlýsing, sigur ein talsmaður fyri katalansku stjórnina.

Carles Puigdemont, stjórnarleiðari í Katalonia, skrivaði í gjárkvøldið undir eina yvirlýsing um sjálvstýri fyri at vísa á ynskið um loysing frá Spania. Men talan var um eina súmbolska gerð, verður nú sagt.

Ritzau skrivar, at yvirlýsing sigur einki um, nær loysingin skal fáa gildi.

Spanski forsætisráðharrin, Mariano Rajoy, hevur í morgun boðað ráðharrum sínum til snarfundar fyri at umrøða kreppuna, ið er íkomin eftir hendingarnar í Katalonia, sigur ein talsmaður fyri stjórnina í Madrid.