(Mynd:EPA)

Katar í HM finaluni

Elin Dam Egholm

31.01.2015 - 00:44

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Katar vann á Pólandi í HM semifinaluni hjá monnum. Úrslitið av dystinum gjørdist 31-29.

Póland stýrdi spælinum fyrsta hálvleik, men Katar megnaði at koma aftur, og hálaði seg fram um til 16-13, áðrenn bríkslað varð til hálvleiks.


Katar er fyrsta liðið uttan fyri Evropa, sum hevur megnað at koma í HM finaluna.


Sunnudagin verður hondbóltsfinalan, og tá verður tað antin Spania ella Frakland, ið koma at spæla í móti Katar. Dysturin, ið avger hvør av liðunum møta Katar byrjaði kl. 18 í kvøld.