Mynd: Torshavn.fo

Katrin Holm nýggj forkvinna í Eldraráðnum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jens Hákun Leo

11.01.2017 - 08:12

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Kommunalpolitikkur

Eldraráðið í Tórshavnar kommunu hevur nú skipað seg. Á valinum 18. oktober 2016 var Katrin Holm greitt fyrstvalda, og tað er eisini hon, sum á fundi í nýggja eldraráðnum varð vald til forkvinnu.

Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.

Sum næstforkvinna varð vald Eydna Háberg, meðan Julianna Klett verður skrivari og Petur Rouch kassameistari. Fimti ráðslimurin er Helgi Hansen. Hesi trý síðstnevndu eru øll nývald.

Tórshavnar kommuna sigur, at Eldraráðið hevur sum endamál at ráðgeva býráðnum um øll viðurskifti, ið hava ella kunnu hava ávirkan á eldru borgararnar í kommununi. 

Býráðið skal eisini leggja slík viðurskifti fyri Eldraráðið til hoyringar, áðrenn týðandi avgerðir verða tiknar, og Eldraráðið kann eisini sjálvt taka upp viðurskifti ella mál, ið kunnu ávirka tey eldru.