Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag stillar 14 valevni upp. Magni Arge og Jóan Carl Dam eru ikki við á myndini

Katrin Kallsberg stillar upp fyri Tjóðveldi

Ingi Samuelsen

04.08.2015 - 22:00

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Politiskir flokkar

Eygleiðarar á politiska leikvøllinum hava í longri tíð tikið tað sum givið, at markanta forkvinnan í javnstøðunevndini, kvinnulæknin Katrin Kallsberg, fór at stilla upp til komandi løgtingsval.

Men gitt var dúgliga um, hvør listi fekk heiðurin. Í kvøld gjørdist tað so alment, at Katrin Kallsberg stillar upp fyri Tjóðveldi.

Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag hevði uppstillingarfund í kvøld, og stillar við 14 valevnum til valið 1. september.

Tey eru Høgni Hoydal, Kristina Háfoss, Bjørt Samuelsen, Annita á Fríðriksmørk, Magni Arge, Katrin Kallsberg, Petur Háberg, Jóannes Guttesen, Maud Wang Hansen, Vigdis Johannesen, Katrina Maria Johannesen, Emil Hermansen, Róði Hansen Dam og Jóhan Carl Dam.

Gunvør Balle, sum hevur sitið á løgtingi fyri Tjóðveldi hetta valskeiðið stillar ikki uppaftur. Av øðrum markantum valevnum í Suðurstreymoy, sum stillaðu upp fyri Tjóðveldi seinast, men sum ikki eru við, kunnu nevnast Herman Oskarsson og Bergtóra Høgnadóttir Joensen