Mynd: Instagram

Katrina Maria hevur 18.000 fylgjarar á Instagram - hevur Man Utd sum tema



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Hanus Samró

16.06.2017 - 22:51

Mentan > Mentan > Miðlar & fólk

24 ára gamla havnardaman, Katrina Maria Christiansen, ið er ein íðin Manchester United fjeppari, er øgiliga virkin á Instagram. Hon hevur ikki færri enn 18.000 fylgjarar. 

Seinastu tíðina hevur hon arbeitt miðvíst við at fáa fleiri fylgjarar. Um tú hevur nóg nógvar fylgjarar, er tað møguligt at liva av tí. Og tað gongur væl, sigur hon.

- Tað gongur ordiliga væl. Nógv betur enn eg nakrantíð hevdi vænta. Sum nú er, havi eg meira enn 18.000 fylgjarar, og tað bara veksur fyri hvønn dag, sigur Katrina Maria.

Les eisini: Katrina Maria úr Havn er sprundið í M! hendan mánaðin

Nógvir føroyingar hava og brúka Instagram í gerandisdegnum, men tað er meira fyri tað sosiala. Hvussu fær tú brúkarar?

- Sum so geri eg ikki so nógv annað, enn at leggja nýggjar myndir út so ofta sum gjørligt. Men ofta verða mínar myndir deildar víðari á aðrsr Instagramsíður, sum so ger, at eg fái nýggjar fylgjarar. Eg, tað er umráðandi, um man vil hava nógvar fylgjarar, at man fær sær eitt ''tema'' á sínum profili. Eg eri eg sjálv stórur Manchester fjeppari, tí er mítt tema Manchester United.

Katrina Maria hevði væl kunnu hugsa sær at verði professionell, men tað krevur hart arbeiði, og nógvar fylgjarar.

- Sjálvt um eg havi nógvar fylgjarar, sum eri øgiliga aktivir at viðmerkja, og dámað nógv av tí, eg leggi út, vil eg ikki kalla meg professionella, tað er meir ein hobby.

Tú kanst fylgja Katrinu Mariu Christiansen her