(Mynd: Mikkel Laumann / Mikkel Laumann Photography)

Katrina Maria úr Havn er sprundið í M! henda mánaðin


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Sverri Egholm

09.03.2017 - 13:33

Mentan > Mentan > Miðlar & fólk

Føroyska Katrina Maria Christiansen, sum lesur á universitetinum í Keypmannahavn, prýðir síðuna hjá danska mannfólkablaðnum M! henda mánaðin.

Hon er ”månedens crush”, sum tey kalla, ein heiður, ið verður givin vakrari gentu, sum hevur staðið model til eina flotta røð av myndum, tiknum av professionellum fotografi.

Tað er ikki yvir at dylja, at M! er eitt av teimum mannfólkabløðunum, har kvinnukroppurin verður hálovaður og har nakinleikin er ein dygd, uttan at tað tó gerst til porno.

Katrina Maria Christiansen er heldur ikki kørg við at vísa sín vælskapta kropp fram, men er tó ongantíð heilt nektað. Føroyingurin er heldur ikki ókend fyri lesarunum hjá M!, tí hon fyrr hevur prýtt forsíðuna – tað var í 2012.

Í samrøðuni við M! fortelur Katrina Maria um at vera føroyingur, um føroyskar menn, um hvussu mamman ikki dámar at hon traðkar fram alt ov úrlætin, og um sín tokka til Manchester United og ætlanir um at fara at vitja á Old Trafford í næstum.

Les meira og sí fleiri myndir á M! her