Savnsmynd frá leitingini fyrr í summar (Mynd: EPA)

Kavbátamálið: Ein sag funnin á havsins botni

Ingi Samuelsen

12.10.2017 - 08:11

Tíðindi > Danmark

Enn ein próvlutur er dagaður undan kavi í málinum at finna útav, hvussu svenski journalisturin Kim Wall doyði umborð á danska kavbátinum Nautilus.

Løgreglan í Keypmannahavn boðar í morgun frá, at tey hava funnið eina sag á havsins botni í Køge bugt, sum tey seta í samband við kavbátamorðið 11. august, har eigarin og byggjarin, Peter Madsen, er skuldsettur fyri morð.

- Sagin verður nú kannað av okkara teknikarum fyri at kanna um talan er um sagina, sum løgreglan hevur leitað eftir í sambandi við kavbátamálið, sigur løgreglan í einum tíðindaskrivi.

Herfyri vórðu høvdið og beinini á Kim Wall funnin. Kavað og leitað verður framvegis í økinum, tí løgreglan framvegis leitar eftir ørmunum.

Les eisini: Funni høvdið og beinini av Kim Wall