(Savnsmynd: EPA)

Kavbátamorðið: Enn ein likamslutur funnin

Ingi Samuelsen

29.11.2017 - 13:39

Tíðindi > Danmark

Enn ein armur av myrdu svensku tíðindakvinnuni, Kim Wall, er nú funnin í Køge Bugt. Armurin verður latin Retsmedicinsk Institut, ið fer at kanna hann nærri í morgin, so tað er ikki váttað, at talan er um ein arm hjá kvinnuni, ið varð myrd umborð á kavbátinum Nautilus, skrivar tv2.dk.

- Armurin er ikki kannaður, men er funnin í sama øki, har vit funni hin armin, og hann varð tyngdur á líknandi hátt. Tí vænta vit, at armurin hevur samband við kavbátamálið, sigur Jens Møller Jensen, varapolitiinspektørur.

Løgreglan fann vinstra arm í sama øki 21. november. Armurin lá leysur og varð hildin niðri við strips og rørpettum, eins og tað varð funnið á beinunum frá Kim Wall. Vinstri armur varð funnin umleið seks kilometrar frá leiðini, har høvdið og beinini vórðu funnin.

- Fyrst av øllum hevur hetta etiskan týdning fyri tey avvarðandi hjá Kim Wall, sum nú hava ein heilan kropp, sum tey einaferð kunnu jarða. Serfrøðingar skulu tó fyrst av øllum kanna likamslutin, so at vit kunnu fáa nærri lýst, hvat hendi umborð á kavbátinum, sigur Jens Møller Jensen við TV2.

Eigarin av kavbátinum, Peter Madsen, er skuldsettur fyri at hava dripið tíðindakvinnuna Kim Wall umborð á Nautilus, meðan kavbáturin var staddur úti í Oyrasundi 10. august.

Enn er ikki greitt hvussu drápið fór fram. Eftir at hava noktað hendingina, hevur Peter Madsen viðgingið, at tað var hann, ið skar líkið av Kim Wall sundur og tveitti tað fyri borð. Fyrst segði hann, at kvinnan doyði í einum óhappi við eini tungari lúku, men seinni hevur hann sagt, at Kim Wall kvaldist meðan hon var einsamøll umborð.

Rættarmálið móti Peter Madsen skal væntandi byrja í rættinum í Keypmannahavn 8. mars.