Kavbáturin er funnin

Ingi Samuelsen

11.08.2017 - 09:25

Tíðindi > Tíðindi > Danmark

Teir eru givnir at leita eftir kavbátinum Nautilus út fyri havnini í Keypmannahavn. Kafbáturin er funnin, og var á veg móti landi í Køge Bugt fyri løtu síðani, boðar danska sjóverjan frá.

Bæði tyrlur og hópin av bátum tóku lut í leitingararbeiðinum í nátt og í morgun eftir at einki varð frætt frá bátinum, sum legði frá landi í gjárkvøldið. Við í bátinum var eigarin, uppfinnarin Peter Madsen og ein svenskur journalistur.

Verjan hevur nú havt radiosamband við Peter Madsen, sum hevur greitt frá, at tekniskir trupulleikar vóru orsøkin til, at báturin ikki hevði havt radiosamband.

Les eisini: Leita eftir kavbáti í Keypmannahavn