Raket-Madsen varð bjargaður í land í Dragør (Mynd: tv2.dk)

Kavbáturin sakk – óvist hvar svenska kvinnan er

Ingi Samuelsen

11.08.2017 - 11:50

Tíðindi > Tíðindi > Danmark

Kavbáturin, sum leitað varð eftir í Keypmannahavn í morgun, er sokkin. Eigarin Peter Madsen – eisini róptur Raket-Madsen – varð fyrrapartin bjargaður í land úr Sjónum nærhendis Dragør, skrivar tv2.dk.

- Eg havi tað fínt. Eg eri harmur um, at Nautilus er sokkin, var tað fyrsta Peter Madsen segði við TV2, tá hann kom í land. Hann skuldi síðan avhoyrast av løgregluni.

Eitt sindur av iva er um, hvat er hent við svensku kvinnuni, ið varð søgd at vera umborð á Nautilus eisini. Peter Madsen sigur við TV2, at hann var einsamallur í bátinum, tá hann kom í trupulleikar.

- Eg var ein túr og royndi ymisk ting við bátinum, tá eitt brek uppstóð, sigur Peter Madsen við TV2. Talan er um ein ventil, sum hann royndi at gera aftur, tí knappliga tók báturin sjógv inn.

- Tað tók bara 30 sekund, so var Nautilus sokkin. Eg náddi ikki at skalka nakra lúku, sigur hann.

TV2 skrivar nú, at svenska løgreglan hevur váttað, at ein svensk tíðindakvinna eisini var umborð á bátinum, og at ein leiting nú er sett í verk fyri at finna hana aftur.

Tað var unnustan hjá journalistinum, sum í nátt boðaði frá, at einki samband var við kavbátin, og tá var leitingin sett í verk.

TV2 skrivar frá Sjóverjuni, at Peter Madsen hevur sagt, at hann setti kvinnuna á land við Refshaldøen í gjárkvøldið.

Les eisini: Kavbáturin er funnin