Keldan viðmerkir Gud signi Føroyar

Tíðindaskriv

22.02.2018 - 10:59

Tíðindi > Trúarlív

Gud signi Føroyar
Seinasta hóskvøld, 15. februar, sendi Kringvarp Føroya fyrsta part av sendirøðini ”Gud signi Føroyar”. Heitið á hesari sending var "Ein kelda í Skálafirði." Sum samkomuleiðari í Kelduni hevði eg sjálvsagt ein stóran leiklut í samband við, at sendingin varð gjørd um Kelduna.

Tilgongd og endamál
Longu áðrenn og stutt eftir at sendingin varð sýnd hóskvøldið, byrjaðu miðlar at ringja og spyrja um mína viðmerking. Eg gjørdi greitt, at eg ikki vildi vera partur av nakrari samrøðu, og at eg ongar viðmerkingar hevði fyribils. Av tí, at henda sending áhaldandi hevur fingið so nógva umrøðu í ymiskum miðlum og millum manna, haldi eg, at tað er rætt at koma við mínari viðmerking og uppfatan av sendingini, sum eg fyrstu ferð sá hóskvøldið (umboð fyri Kelduna sóu sendingina týsdagin 13. februar, men eg var tíverri forðaður vegna sjúku at síggja sendingina. Tí sá eg ikki sendingina, fyrr enn hon varð send hóskvøldið 15. februar).

Í januar 2017 vendi programleiðarin seg til okkum og spurdi, um hann og ein myndamaður kundu fáa loyvi at filma og gera upptøkur í Kelduni sum ein liður í eini sendirøð um trúarlív í Føroyum. Programleiðarin segði, at endamálið við sendingunum var at lýsa átrúnaðarliga landslagið í Føroyum við samrøðum og reportasjum, og okkara partur var at vísa fram okkara virksemi í Kelduni í mun til aðrar samkomur og kirkjur í Føroyum. Eftir at vit mettu okkum at hava fingið nøktandi upplýsingar um endamál og innihald í hesum sendingum, góvu vit teimum loyvi at taka upp, og upptøkurnar og samrøðurnar vóru lidnar 24. apríl - stutt aftaná páskastevnuna. Í hesi tilgongd umrøddi programleiðarin ongantíð, at ætlanin var at draga viðkvom persónsmál inn í sendingina. Í dag siti eg við tí kenslu, at programleiðarin, hóast vit vóru púra opin yvirfyri honum og ikki krógvaðu nakað, ikki hevur sagt okkum allan sannleikan viðvíkjandi, hvussu sendingin skuldi uppsetast, ella at hann hevur broytt dagsskránna, aftaná upptøkurnar í Kelduni vórðu gjørdar.

Persónsmál fram um upplýsing
Aftaná upptøkurnar fingu vit at vita, at sendingin skuldi sýnast í Kringvarpinum einaferð á heysti 2017. Vit hoyrdu ikki nakað meira aftaná tað. So í fyrru helvt av januar í ár bleiv eg uppringdur og biðin um at gera eina viðmerking, um tað er rúm fyri samkyndum í Kelduni við nøkrum uppfylgjandi spurningum. Um ta tíðina, sum upptøkurnar fóru fram, og vit tosaðu um innihaldið av sendingini, fekk eg ta týðiligu fatan, at sendingin ikki skuldi snúgva seg um samkynd, tí tað evnið var so nógv frammi um hetta mundið. Av tí sama bleiv eg ógvuliga bilsin, tá ið programleiðarin ringdi til mín fyri at fáa viðmerking um júst hetta. Eftir at hava hugsað meg um saman við leiðsluni, gjørdi eg av ikki at gera nakra viðmerking, tí hetta var eitt persónsmál. Fyri tað fyrsta havi eg sum samkomuleiðari tagnarskyldu. Fyri tað næsta so vilja vit verja tey avvarðandi, sum eru ein dagligur partur av samkomuni. Vit vístu á, at hetta fór at flyta fokusið við sendingini, og ynsktu helst ikki, at sendingin bleiv sýnd. Men nú var ov seint.

Út frá hesum kenni eg meg villleiddan. Tí, tá ein hyggur at sendingini, so er tað lætt at fáa ta fatan, at fleiri av okkara útsagnum úr Kelduni eru beinleiðis ætlaðir eftir hinum persóninum, sum verður umrøddur í sendingini. Sum áður sagt, so vóru okkara upptøkur lidnar í apríl í 2017, og tað sær út til, at restin av upptøkunum er tiknar langt aftaná. Tí er long tíð gingin millum upptøkurnar í Kelduni og hinar upptøkurnar. Hvussu programleiðarin valdi at klippa myndirnar og samrøðurnar úr Kelduni saman í mun til hin persónin í sendingini, hava vit onga ávirkan havt á. Vit hava boðað programleiðarunum og kringvarpsleiðsluni frá, at vit kenna okkum villleidd í mun til, hvussu sendingin er sett saman og ta mynd, sum verður víst úteftir móti ávísum bólkum í samfelagnum.

Eg haldi, at tað vóru fleiri góð innsløg í sendingini. Nógv var gott. Men persónsmálið, sum programleiðarin ongantíð umrøddi fyri okkum, var júst tað, sum fylti ein rættiliga stóran part av sendingini.

Breiddin manglaði
Teir tættir av samkomulívinum, sum vit meta eru mest upplýsandi í mun til endamálið við sendingini, soleiðis sum tað var forklárað okkum, vórðu niðurraðfestir. Vit uppliva, at sendingin í ein ávísan mun legði ov stóran dent á, hvat Keldan heldur um pengar, samkynd og himmal og helviti. Tað vanliga er, at vit einaferð um mánaðin hava innsavnan. Tá tosa vit í uml. 5-10 minuttir um týdningin av at sáa inn í Guds ríki. Vit leggja dent á, at gávurnar eru sjálvbodnar. Bíblian tosar um, at himmal og helviti eru ein veruleiki, tí hoyrist tað eisini viðhvørt. At geva hyggjaranum eina fatan av, at vit brúka nógva orku uppá henda partin, er heilt einfalt at geva hyggjaranum eina skeiva mynd av okkara boðan. Vit brúka nógv meira tíð upp á at tosa um Guds kærleika, rættvísi, gleði, vón, fyrigeving og náði o.s.fr. Listin er nógv longri, men hetta upplivir tú best við at vitja okkum nakrar ferðir.

Vit hava páskastevnu annaðhvørt ár, og tá hava vit av og á útlendska vitjan. Tá ið vit hava eina slíka stevnu, so heingja vit flaggið hjá gestunum upp í salinum. Til hesa stevnu høvdu vit vitjan úr USA og Singapor, og tí hingu hesi fløgg uppi. Ikki liggur meiri í tí enn tað.

Samkomubygningurin og fígging
Eg kann upplýsa, eins og eg gjørdi fyri programleiðaranum, at tað var í 2001, at vit fóru undir at byggja stóra samkomubygningin. Nógvir trúfastir samkomulimir løgdu vikur og mánaðir av við sjálvbodnari arbeiðsmegi og fíggjarligum stuðli. Uttan hetta sjálvbodna arbeiðið hevði hetta verið ógjørligt. Í 2004 varð bygningurin tikin alment í nýtslu við einum stórum hátíðarhaldi, og í 2010 byrjaði frískúlin Keldan sítt virksemi.

At tola kritikk
Tað er heilt avgjørt í lagi at koma við kritikki til samkomur og kirkjur. Kritikkur mótvegis okkara samkomu er ikki nakað nýtt. Kritikkurin eigur at vera sakligur. Tá ið vit uppliva, at tað ikki verður spælt við opnum kortum, so vilja vit sum leiðarar fyri eina samkomu blíva ótrygg, og tí fær tað okkum at halda okkum aftur.

Umbering
Møguliga var eg ov góðtrúgvin, tá ið eg játtaði at geva KVF loyvi at gera hesa sending. Eg vil tó siga, at tað er einki, sum kom fram í sendingini, ið vit í Kelduni ikki kunnu standa inn fyri. Ein slík sending kann tó gera okkum sárbar. Her hugsi eg um ósamsvarið millum kunningina, sum vit fingu, viðvíkjandi hvussu sendingin skuldi síggja út, og tað, sum kom fram í sendingini. Hetta harmist eg um, og tað vil eg biðja samkomuna og øll tey mongu kring landið, sum eru góð við Kelduna, um umbering fyri.

At enda
Eg vil hervið bjóða øllum hjartaliga vælkomin í Kelduna. Eg ynski programleiðaranum, Kringvarpinum og øllum landsmonnum mínum Guds signing við hesum orðum:

Frið lati Eg tykkum eftir, frið Mín gevi Eg tykkum; ikki sum heimurin gevur, gevi Eg tykkum. Hjarta tykkara óttist ikki og missi ikki mótið! Jóh. 14,27.

Í Skálafirði tann 22. februar 2018

- Pauli Høj, samkomuleiðari