Skíggjamynd úr sendingini Gud signi Føroyar (KVF)

Keldan vildi steðga sendingini

Sverri Egholm

16.02.2018 - 23:38

Tíðindi > Trúarlív

Leiðslan í Kelduni ynskti at forða fyri, at fyrsti partur av Gud signi Føroyar fór at verða sendur.

Tað vilja keldur, sum Local.fo hevur tosað við, vera við.

Fyrsti partur av nýggju sendirøðini hjá Kringvarpinum, sum varð sendur hóskvøldið, umrøddi karismatisku rørsluna og Arna Klein Abrahamsen samstundis. Arni hevur verið ungdómsleiðari í Kelduni til hann kom út sum samkyndur.

Pauli Høj, samkomuleiðari ynskir ikki at gera nakrar viðmerkingar til áðurnevnda uppáhaldið í løtuni, skrivar local.fo.

Keldur hjá heimasíðuni vilja tó vera við, at samkoman møgiliga fer at koma við einari fráboðan ella viðmerking um innihaldið í sendingini.

Sum skilst vóru tað serliga ávísir partar av sendingini, sum Keldan er ónøgd við.

Local.fo hevur roynt at fingið eina viðmerking frá Kringvarpi Føroya í dag, men hetta hevur ikki eydnast.

Les eisini: Løgtingsmaður kallar “Gud signi Føroyar” fyri egocentriskt flopp

Les eisini: Kanning: Nógv flest trúgvandi í Norðoyggjum og Eysturoynni

Les eisini: - Kundi ikki koma út sum samkyndur, skuldi eg vera partur av umhvørvinum