Cristiano Ronaldo skoraði í fyrra dystinum (Mynd: EPA)

Kempurnar dystast í París

Ari av Rana

06.03.2018 - 16:32

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fyrstu dystirnir av næsta umfari av áttandapartsfinalunum í Champions League verður spældir í kvøld. Talan er um tveir dystir, har tann eini er sera spennandi, meðan hin meiri ella minni bert er ein avgreiðsluspurningur.

Á Parc des Princes hittast Paris Saint-Germain og Real Madrid. Spanska stórfelagið vann fyrra dystin 3-1 og tí mugu fransmenninir leggja alt fyri at megna at spæla seg víðari í kappingini, sum eigarin allarhelst vil vinna.

Tað verður tó trupult hjá PSG at vinna seg víðari, serliga tí at stjørnuleikarin Neymar ikki er við vegna skaða. Real Madrid eru favorittar at spæla seg víðari í kappingini.

Hin dysturin er í besta lagið ein avgreiðsluspurningur. Liverpool tekur ímóti FC Porto á Anfield. Í fyrra dystinum í Portugal vann Liverpool heili 0-5 og tí er lítið sum bendir á, at Porto hevur nakran møguleika at vinna seg víðari í kappingini. Væntað verður at Liverpool fara at hvíla nakrar týðandi leikarar, tí at liðið skal spæla dyst móti Manchester United í vikuskiftinum. Skal Porto hava nakra vón um at vinna seg víðari, so mugu teir vóna, at fleiri av teimum bestu hjá Liverpool ikki verða við í kvøld.

Dystirnir verða spældir kl. 19:45.