Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Kendu seg hóttar í Saksun



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

15.04.2018 - 18:58

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Ferðavinna

Tvær danskar kvinnur fingu ein hvøkk, tá tær hósdagin vitjaðu í vakra umhvørvinum í Saksun. Tað greiða tær frá í samrøðu við Kringvarpið.

Tá tær komu til Saksunar sóu tær bóndan, sum saman við einum hundi tók sær av einum seyðafylgi. Hetta gjørdi eina kvinnan eina videoupptøku av, men tað varð ikki væl móttikið. Sambært kvinnunum rópti bóndin illbønir eftir teimum.

Løtu seinni fingu tær báðar kvinnurnar aftur ein hvøkk, tá bóndin við bili kom í so tætt teirra bili á smala vegnum í Saksun. Ein hvøkkur, sum ávirkaði vitjanina í Saksun, og sum gjørdi tær ótryggar.

Hoyr samrøðuna her (kvf.fo)

Jóhan Jógvansson, bóndi í Saksun, hevur áður gjørt vart við at Saksun er um at kvalast í ferðafólki, og at hann ikki fær frið at gera sítt arbeiði fyri fólki, sum taka myndir av nærum øllum.

Í vikuni sendi hann eisini eina heilsan til ferðafólkamyndugleikararnar við at seta ein vogn fram við boðskapinum “Hetta er ikki Disneyland. Ferðafólk, farið heim”.

Les eisini: - Hatta var ein heilsan til ferðafólkamyndugleikar