(Mynd: Jesper Buch)

Kendur íverkseti setur pening í føroyskt felag



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

18.02.2018 - 15:42

Tíðindi >

"5 timers møde færdig og netop underskrevet ny investering". Soleiðis skrivar kendi danski íverksetin, Jesper Buch, á sín Facebookvegg í gjár, eftir at hava avgjørt at seta pening í eitt føroyskt felag.

Talan er um felagið Sp/f Northlight Technologies, sum Sverre Nolsøe eigur. Á tiltakinum "Mítt hugskot 17", legði Sverre Nolsøe fram sína verkætlan, har Jesper Buch sat við pallborðið. Tað má sigast at vera endað sera væl, tí partarnir hava nú gjørt avtalu um at seta pening í felagið. Enn er ikki alment, hvat felagið arbeiðir við.

Jesper Buch er ein av mest væleydnaðu íverksetarum í Danmark. Hann hevur m.a. stovnað heimasíðuna Just-eat.dk, sum er sera vælumtókt, og hevur harafturat vunnið óteljandi virðislønir fyri virksemi sítt.