Kenneth: - United er okkara bogey lið

Hanus Samró

09.03.2015 - 14:20

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í samband við “Premier League,” ið verður víst á portal.fo, hava vit sett Kennethi H. Djurhuus nakrar spurningar viðvíkjandi stórdystinum millum Manchester United og Arsenal í eingilsku steypakappingini F.A. Cup.

- Vónirnar eru ikki so øgiliga góðar. Manchester United er um nakað “boogey” liðið hjá Arsenal. Sum útgangsstøðið eri eg stúrin, hóast United kanska hava eitt hitt ringasta tíđarskeiđiđ. Vit stilla nokk við sterkastu manning, tó vænti eg, at Szczesny fær kjansin. Vóni eisini, at Walcott fær ein dyst, og um eg skal tippa, so tippi eg 2-1 til okkum. Alexis og Cazorla skora!

Dysturin millum Mancester United og Arsenal verður leiktur í kvøld kl.20.00.