Kenneth: - Vit eiga at vinna

Hanus Samró

13.03.2015 - 19:30

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í samband við “Premier League sendingina,” ið verður víst á portal.fo, hava vit sett Kenneth Hovgaard Djurhuus nakrar spurningar viðvíkjandi dystinum millum Arsenal og West Ham í morgin.

- Vit eiga at klára West Ham á heimavølli. Ox verður ikki við, men annars er tað áleið tað sama liði sum seinastu dystirnar. Ospina kemur væntandi í málið aftur, og annars vænti eg ikki tað stóra útsvingið í mun til dystin móti United. Møguliga Gibbs inn fyri Monreal, Ramsey fyri Ox ella kanska Rosicky. 

- West Ham hevur veruliga havt eitt dykk seinastu vikurnar. West Ham hevur ikki serliga góðar royndir á Emirates, so um vit halda fokus og konsentratiónina, eins og í dystinum móti United, EIGA vit at vinna dystin. Vit eiga at halda serligt eyga við Downing, sum leggur upp til mest sum øll málini hjá West Ham, men um vit eru á toppinum frá byrjan, eiga vit at hála ein tryggan sigur heim. 

- Arsenal kemur allarhelst at leypa á eitt West Ham lið, sum fer at leggja seg aftur at bíða. Eg vænti at vit vinna 3-1. Alexis, Cazorla og Giroud.

Dysturin millum Arsenal og West Ham verður leygardagin 14. mars.