Svinkløv Badehotel (Mynd: Nordjyske.dk)

Kent baðihotel í Danmark brent í grund

Niels Petersen

26.09.2016 - 09:10

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Eldsbruni

Eldur kom í nátt í kenda danska baðihotellið, Svinkløv Badehotel. Bygningurin sum var størsti træbygningur í Danmark stóð ikki til at bjarga, og brendi í grund. Teir umleið 70 gestirnar sum gistu har í nátt náddu tíbetur út uttan skaða.

Sambært Nordjyske.dk byrjaði eldsbrunin í køkinum, sum er í kjallarahæddini. Poul Badsberg, løgregluovastin hjá Nordjyllands Politi sigur, at alt yvir tveir metrar er burtur.


Ongin mannskaði stóðst av eldinum, men ein kvinna, sum er við barn, varð flutt á sjúkrahús til kanningar.

Tað var stutt undan miðnátt, at løgreglan fekk fráboðanina um, at eldur var komin í. Klokkan 01:30 herjaðu flammurnar upp gjøgnum takið.

- Sløkkiliðið i Fjerritslev fekk hjálp frá sløkkiliðum úr Brovst og Løgstør, umframt úr Thisted, men har var onki at gera, segði Poul Badsberg millum annað fyri Nordjyske.dk.

Svinkløv Badehotel varð bygt í 1925 af Carl Brix Kronborg, ið kom til Danmarkar eftir fyrsta heimsbardaga.

- Bygningurin var ein perla. Hetta er bara so tragiskt, segði løgregluovastin.

Siíðan 2015 hevur parið, Louise og Kenneth Toft-Hansen rikið baðihotellið.