Kent føroyskt skip selt til upphøggingar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

28.02.2018 - 17:06

> Tíðindi > Føroyar

Seinastu tíðina eru fleiri kend føroysk skip seld til upphøggingar á Skála, og í vikuni hækkaði talið við enn einum skipið.

Talan er um Max, sum hevur havt heimstað í Føroyum seinastu mongu árini.

Skipið er bygt í Hatlø Verksted í Norra í 1961, og fekk upprunarliga nanvið Tummas við Kráir, og havnamerkið TG 630. Reiðari á skipinum var Th. Willhelm í Vági.

Seinni varð skipið selt, og fekk navnið Gracie. Skipið kom so aftur á føroyskar hendur, og fekk navnið Jónrit. 

Skipið er so keypt og selt fleiri ferðir, og hevur havt nøvnini Súðurvarði og Thor Sentry  áðrenn tað fekk navnið Jónrit aftur, og síðan Max.

Fyri nøkrum árum síðan var tað strandingurin Niels Jacob Thormund Nielsen, sum átti skipið, men av tí at hann ætlaði at gevast við reiðaravirkseminum, seldi hann skipið til Thor í Hósvík, har skipið fekk navnið Thor Sentry.

Skipið, sum tá var skrásett sum garnaskip, bleiv skrásett sum vaktarskip, og átti Thor skipið eitt skifti. Meðan skipið var í tænastu tann eina túrin, fekk tað ein sjógv, og avgjørt varð, at skipið skuldi seljast til upphøggingar.

Tá ið fyrrverandi reiðarin, Niels Jacob Thormund Nielsen, fekk hetta at vita gjørdi hann skjótt av, og keypti skipið aftur.

Seinni seldi strandingurin skipið til Klaksvík, har tað fekk navnið Max.

Skipið er nú selt til upphøggingar á Skála skipasmiðju.