(Mynd: EPA)

Kevin Spacey verður kliptur úr Ridley Scott filmi

Ari av Rana

09.11.2017 - 10:23

Mentan > List > Filmslist

Í gjár skrivaði Portalurin, at Ridley Scott vildi útseta frumsýningina av hansara nýggja filmi All the Money in the World, til aftaná Oscar handanina í februar.

Nú hevur Ridley Scott broytt meining. Frumsýningin verður 22. Desember, men við nýggjum manni í høvuðsleiklutinum.

Kevin Spacey er kliptur úr filminum, og nú skal Christopher Plummer spæla leiklutin sum J. Paul Getty, sum er abbi ein 16 ára gamlan drong, sum verður burturfluttur.

Kevin Spacey hevur nú mist høvuðsleiklutin í All the Money in the World, umframt at Netflix hevur kvett alt samstarv við Spacey.