Keypmannahavn: 18 ára gamal hjálpti yvirgangsmanninum

Ingi Samuelsen

28.02.2015 - 18:13

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Ein 18 ára gamal maður er í dag skuldsettur fyri at hava hjálpt til undur yvirgangsálopinum í Keypmannahavn herfyri. Tað kom fram undir einum grundlógarhoyri í dag handan stongdum huðum.

Ungi maðurin skal hava hjálpt Omar Abdel Hamid el-Husseini við einum skottryggum vesti og einum kvívi, sum hann brúkti í yvirgangsálopinum 14. og 15. februar, har tvey fólk doyðu og fimm særdust.

Skuldsetti maðurin noktar seg sekan, og vildi ikki úttala seg á rættarfundinum í dag, skriva danskir fjølmiðlar.

Hann varð handtikin í Vognmandsparken á Østerbro í gjár. Hann er triðji maðurin, ið verður handtikin eftir álopini í Keypmannahavn. Hinir menninir – ein 22 ára gamal og ein 19 ára gamal – hava sitið í varðhaldi síðan mánadagin 16. februar, og fongslingin varð fyrr í vikuni longd í fýra vikur.

18 ára gamli maðurin er skuldsettur sambært grein 237, og viðvirkan til manndráp og drápsroynd kann geva fongsul upp í lívstíð.