Sadiq Khan tosar við tíðindafólk á eini vitjan á brotsgerðarstaðnum fyri yvirgangsálopið um vikuskiftið (Mynd: EPA)

Khan: Trump er ikki vælkomin til Bretlands

Ingi Samuelsen

06.06.2017 - 09:03

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Donald Trump forseti eigur ikki at vera vælkomin á almenna vitjan í Stórabretlandi. Tað heldur borgarstjórin í London, Sadiq Khan, ið er av teirri meining, at virðini hjá amerikanska forsetanum ikki hóska til tey bretsku.

- Eg heldi ikki, at vit skulu rulla reyðu langmottuna út fyri forseta USA, tí hansara áskoðanir stríða móti øllum tí, vit standa fyri, sigur hann sambært The Guardian.

Atfinningarnar frá Khan koma eftir at amerikanski forsetin á Twitter legði eftir borgarstjóranum eftir yvirgangsálopið í London um vikuskiftið.

’Minst sjey deyð og 48 særd í yvirgangsálopi, og London-borgarstjórin sigur, at ongin orsøk er til at óttast!’, skivaði Trump á Twitter um vikuskiftið

Les eisini: Trump leggur eftri London-borgarstjóranum eftir álop

Í fyrstu atløgu vildi borgarstjórin ikki gera viðmerkingarnar til atfinningarnar frá Trump og segði, at hann hevði annað at gera enn at taka støðu til tweet’ini hjá Trump, sum hann segði vórðu tikin burtur úr samanhanginum.

Men nú sigur borgarstjórin, at Trump eigur at setast upp á pláss, tí hann er farin um markið.

- Trump fer skeivur á nógvum økjum, sigur Sadiq Khan.

Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, hevur vart borgarstjóran og sigur sambært The Guardian, at hann ’ger eitt gott arbeiði, og at siga nakað annað er skeivt’.

Amerikanski forsetin væntast á vitjan í Bretlandi seint í summar ella í heyst, skrivar dr.dk.