Rannvá B. Andreasen skoraði eitt sera gott og sera týdningarmikið mál fyri KÍ ímóti EBS/Skála í 2-1 sigrinum í oddadystinum í kvøld.
(Mynd: Norðlýsið)

KÍ er á veg ímóti enn einum FM-heitið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

16.08.2017 - 20:40

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

KÍ vann avgerandi oddadystin ímóti EBS/Skála við Djúpumýru í kvøld. Talan var um ein inntensan dyst, har KÍ var omaná og vann 2-1.

Tað sást beinavegin, at dysturin hevði nógv at siga. Tað var fjáltur á báðum liðunum, og hvørgan av liðunum fekk av álvara spælið at flóta. KÍ kom tó á odda eftir eitt korter. Eftir eitt hornaspark royndi liðskiparin Malena Josephsen í tveimum førum at fáa bóltin inn, og í aðru atløgu legði rutinerði leikairn KÍ á odda. EBS/Skála hevði fínar støður, meðan KÍ eisini var vandamikið hinvegin. Tað var tó 1-0 í hálvleikinum til KÍ. 

Heimaliðið byrjaði eisini betri í 2. hálvleiki, og eftir ein stóran tíma økti KÍ til 2-0. Tað var enn einaferð ein veteranur, ið skoraði fyri KÍ. Liljan Jacobsen fann sera hegnisliga Rannvu B. Andreasen, ið lyfti bóltin uppum ein verjuleikara, og stødd til vinstru í brotsteigininum hálvfluktaði Rannvá bóltin sera vakurt inn. Eitt flott mál ið kundi havt lukkað dystin av álvara. KÍ hevði gott tamarhald á, men EBS/Skála helt tó á at stríðast, men hevði trupult við at koma til møguleikar. Men í 86. minutti varð Heidi Sevdal feld í brotsteiginum av Ragnu Patawary. Petur Reinert ivaðist ikki, og Margunn Lindholm setti brotssparkið trygt í málið. Nú var av álvara spenningur í, men tað spurdist ikki meira burturúr. KÍ helt fast, og eftir seinasta bríksl var stór frøði á teimum bláu.

KÍ er nú trý stig frammanfyri EBS/Skála, og hevur eina málúrtøku ið er 19 mál betri enn tann hjá EBS/Skála. Tað eru seks umfør eftir, og EBS/Skála hevur tørv á at KÍ missur stig í einum av teimum næstu fimm dystunum, ella hála sera nógv inn í málum. Í seinasta umfari tekur EBS/Skála ímóti KÍ.  

Tveir aðrir dystir vóru í kvøld. Í Gundadali vann HB 3-0 á botnliðnum B68. Harvið hevur HB nú tíggju stig niður til B36 á fjórða plássinum. ÍF/Víkingur vann annan sigurin á rað, tá felagsliðið vann 3-1 á B36 í Sarpugerði.