KÍ er føroyameistari



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Emil Lisberg Jacobsen

12.10.2013 - 22:09

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

KÍ-kvinnurnar settu eina tjúkka striku undir sítt 14. føroyameistaraheiti á rað, tá tær í dag vunnu 9-0 á ÍF í Fuglafirði. Felagsliðið hjá EB/Streymi og Skála hevur fylgt KÍ-kvinnunum heilt til dyrnar í ár, og tí var avgerðin ikki follin áðrenn seinasta umfar í dag. KÍ var bara eitt stig undan felagsliðnum, sum spældi móti HB, men tað skuldi ikki vísa seg at nerva KÍ-kvinnurnar, sum vunnu stórsigur.


KÍ hevur vunnið stórt á ÍF fyrr í ár, og hesaferð var allur ivi beindur til viks longu áðrenn hálvleik, tá støðan var 4-0 til KÍ. Í seinna hálvleiki komu fimm mál afturat, so suverena meistaraliðið at enda vann 9-0. Seinasta málið í dystinum gjørdi Maria K. Thomsen. Tað kom heilt til endans og var samstundis mál nummar 100 hjá KÍ í landskappingini. Samlaði málmunurin hjá KÍ er so snøggur sum 100-10.
HB vann 5-3 á Skála, so tá avtornaði bleiv munurin fýra stig. EBS/Skála fekk 45 stig, og HB fekk bronsumerkini við 37 stigum.

KÍ endaði kappingina á 49 stigum av 54 møguligum. Tær taptu 0-2 á Skála síðst í mai og spældu so javnt 1-1 móti B36 í Havn fyrst í juni. Eftir tann javnleikin bleiv KÍ yvirhálað av EBS/Skála, og veruligur spenningur kom í kappingina.
Soleiðis var støðan fram til 11. september, tá KÍ vann avgerandi dystin í Klaksvík móti EBS/Skála og fór fram um aftur. KÍ vann dystin 1-0 við máli, sum Rannvá Andreasen gjørdi beint áðrenn hálvleik. Eftir tað hugdu KÍ-kvinnurnar ongantíð aftur um bak og vunnu seinastu tríggjar dystirnar ruddiliga.

Vit ynskja KÍ hjartaliga til lukku við føroyameistaraheitinum. Tær seta met hvørt ár, og við 14 føroyameistaraheitum á rað hava tær nú tangerað evropeiska metið. Skonto Riga úr Letlandi vann meistaraheitið hjá monnum í 14 ár á rað frá 1991 til 2004.