Hørður Askham og Jóannes Bjartalíð. Her síggjast teir til venjing hjá A-landsliðnum.


(Mynd:FSF)

KÍ leikarar til royndarvenjing í Noregi: Spennandi og mennandi fyri okkum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

16.07.2017 - 09:33

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tveir leikarar hjá KÍ hava í hesari vikuni verið og royndarvant í norska felagnum Viking Stavanger. Talan er um 22-ára gamla verjuleikaran Hørð Askham og 21-ára gamla offensiva leikaran Jóannes Bjartalíð. Jóannes greiðir soleiðis frá venjingunum hesar dagarnar:

- Venjingarnar hava verið nokkso beint fram og einfaldar. Tað hevur verið við bólti og samstundis hart. Vit føldu beinavegin, at støðið er hægri enn í Føroyum. Tað gekk skjótari fyri seg, og ein hevði styttri tíð á bóltinum. Men annars føldu eg og Hørður, at vit vóru væl við, og vit fingu eisini positivt feedback.

Jóannes var í vetur í danska felagnum Vejle og royndarvandi. Nú hava hann og Hørður roynt at vant í fýra dagar við Viking, ið spælir í bestu norsku deildini. Hann sigur, at tað er mennandi sum spælari at royndarvenja, og at málið uppa sikt er at spæla uttanlandi:

-Hetta hevur verið eitt spennandi og mennandi upplivilsi fyri meg og Hørð.Vit hava báðir sum mál at koma útum landoddarnar at spæla. Tað er eingin loyna í tí. Men hinvegin hevur tað ongan skund. Eg trívist væl í KÍ, og eg haldi, at eg kann svara fyri Hørð, og siga at hann eisini
 trívist. Eg royni altíð, at arbeiða so hart sum eg kann, men tað er ikki beinleiðis fyri at sleppa uttanlanda, men fyri at blíva ein betri spælari sum heild.

Norska blaðið Dagsavisen hevur skrivað eina grein um royndarvenjingina hjá føroyingunum, har tosað hevur verið við Jóannes Bjartalíð og Hørð Askham. Greinin, har myndir eisini eru at síggja, kann lesast her: