KÍ-leikarar fegnast um eit av mongu málunum í gjár. Sofia Purkhús(nr.2), ið hevur búð niðri í nøkur ár, og er mest kend frá flogbólti, var aftur á KÍ-liðnum í gjár.
(Mynd: Norðlýsið)

KÍ og EBS/Skála løgdu fyri við sigrum - HB vann grannappgerðina



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

07.08.2017 - 14:06

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Fyrsta umfar í 1. deild hjá kvinnum eftir summarsteðgin varð leikt í gjár. 

Teir dystirnir ið vóru leiktir tíðliga vóru í Klaksvík, har KÍ tók ímóti ÍF/Víkingi, og á Eiði har EBS/Skála tók ímóti B68. Bæði oddaliðini vunnu, men tað var munur á støddini á sigri. 

KÍ vann heili 13-0 á felagsliðnum ÍF/Víkingi. Talan er um størsta sigurin í kvinnudeildini í ár. Sigurin gevur KÍ 3 stig, men eisini ein fyrimun viðvíkjandi málúrtøku. KÍ hevur nú málúrtøkuna + 53, ið er 14 mál betri enn EBS/Skála. Yvirlit yvir málskjúttar kemur seinni.

EBS/Skála spældi ein mundandi javnari dyst ímóti B68. Dysturin varð leiktur á Hólmanum á Eiði. B68 hevur fyrr í ár givið KÍ stórar trupuleikar. Tað komu 3 mál innan 3 minuttir tíðliga í dystinum. Tá 10 minuttir vóru leiktir legði Kára Djurhuus heimaliðið á odda, men í minuttinum eftir hetta javnaði Laila Pætursdóttir. Men EBS/Skála svaraði beinavegin aftur, tá Birna T. Mikkelsen skoraði. Tað var 2-1 í hálvleikinum, og dysturin var sostatt púra opin, men tá fýra minuttir restaðu í avgjørdi Kára Djurhuus dystin fyri EBS/Skála við sínum næsta málið. Harvið trý týdningarmikil stig til felagsliðið, men KÍ fekk økt um munin við málúrtøkuni.

Í gjárkvøldið leikti HB og B36 grannauppgerð í Gundadali. Liðini stríðast um triðja plássið, og tí hevði dysturin nógv at siga. Dysturin var javnur, og varð ikki avgjørdur fyrrenn ímóti endanum. Tað var innskifta Sara Samson Lamhauge, ið skoraði einsamálla málið í dystinum, tá átta minuttir vóru eftir av dystinum, og avgjørdi harvið dystin fyri HB. Sara er bert 16-ára gomul, og hevur verið nirði á ítrottareftirskúla í eitt ár, og spældi sín fyrsta dyst fyri HB-liðið í ár. HB hevur nú ein mun uppá sjey stig niður til B36, og hevur harvið gott tak á triðja plássinum.   

Støðan eftir 12 umfør:

KÍ 33 (+53)
EBS/Skála 33 (+39)
HB 19
B36 12
B68 6
ÍF/Vìkingur 4