KÍ vann týdningarmiklan sigur á heimavølli í kvøld


(Mynd: Sverri Egholm/Savnsmynd)

KÍ vann greitt í oddadystinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

17.05.2018 - 20:05

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tað var lagt upp til oddabrak við Djúpumýru í kvøld. KÍ tók ímóti EBS/Skála í útsetta dystinum frá fjórða umfarið. Klaksvíkskvinnur høvdu trý stig upp til oddaliðið, og løgdu tí nógv fyri at koppa greipuvinnnaranum í kvøld. Og tað eydnaðist hjá KÍ, ið vann 4-0

Tað var annars útiliðið, ið byrjaði betri við ágangandi spælið og góðum støðum. Men tá tjúgu minuttir vóru leiktir, var tað heimaliðið, ið kom á odda.  

Kí spældi seg væl ígjøgnum, Evy á Lakjuni legði yvirum til Tórunn Højgaard Joensen, ið setti bóltin í tóma málið. EBS/Skála reisti seg væl aftaná málið, og hevði bóltin meira og skapti fleiri góðar møguleikar. Men tá træverkið ikki var fyri, so vardi unga Óluva Allansdóttir Joensen væl fyri við góðum bjargingum og tryggum málmansspælið.

Tað var 1-0 í hálvleikinum, og tað var sostatt ósigraða oddaliðið, ið skuldi jagstra dystin. Útiliðið legði eisini eitt trýst frá byrjan av í 2.hálvleiki. Men tað manglaði kynisman, ið KÍ ístaðin stóð fyri. Við tveimum skjótum málum avgjørdi KÍ dystin. Fyrst var tað Evy, ið legði innfyri úr høgru, har Rannvá B. Andreasen hegnisliga tók bóltin niður, og setti hann í málið. 3-0 málið kom við beinleiðis frísparkið. Eyðvør Klakstein legði bóltin inn tætt við síðlinjuna úr vinstru,og bólturin slapp at sigla allan vegin í longra hornið.

Dysturin var nú punkteraður, men bæði liðini skaptu framvegis nakrar møguleikar. Heilt ímóti endanum lukkaði Rannvá dystin, tá hon rundaði málverjan og setti bóltin í málið. KÍ vann uppiborið, men støddin á sigrinum samsvarar ikki heilt við dystargongdina. Men talan er um eitt greitt signal frá KÍ, ið veruliga tekur dystin upp ímóti EBS/Skála og HB. Nú hesi trý liðini hava spælt sjey dystir, hava øll 18 stig og spenningurin í oddinum er stórur.



KÍ – EBS/Skála 4-0(0-1)
Tórunn Højgaard Joensen 1-0
Rannvá B. Andreasen 2-0
Eyðvør Klakstein 3-0
Rannvá B. Andreasen 4-0